Met nógv fólk í USA deyð av koronu

bannari
Met nógv fólk í USA deyð av koronu
Ongantíð fyrr eru so nógv fólk í USA deyð av COVID-19, sum tað gjørdu seinasta samdøgrið, vísa tøl hjá myndugleikunum í landinum
 
13.12.2020 - 17:13

Í gjár doyðu 3.309 fólk í USA av smittuni, og 231.755 fólk fingu staðfest smittuna. Bæði tølini hava sett nýggj met.

Tað vísir ein uppgerð frá Johns Hopkins University, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, NBC Washington, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Samstundis nærkast talið á deyðum í USA 298.000 fólkum. Ringast stendur til í New York, har meira enn 35.000 fólk higartil eru deyð av smittuni.

Koppseting kann brúkast í neyðstøðum

Heilsumyndugleikarnir í USA góðkendu fríggjadagin, at koppsetingin hjá Pfizer og BioNTech kann brúkast í neyðstøðum í USA.

Tað kunngjørdi forsetin, Donald Trump, á Twitter leygarnáttina okkara tíð. Í fyrsta umfari verða tað eldri fólk og heilsustarvsfólk, sum fáa koppsetingina, sigur forsetin.

USA tað sætta landið í heiminum - eftir Stóra Bretland, Kanada, Meksiko, Saudiarabia og Bahrain - sum hevur góðkent koppsetingina hjá teimum báðum heilivágsfyritøkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904