R7-útvarpsstøðin gevst

R7-útvarpsstøðin gevst
Útvarpsrásin, sum júst hevur hildið fimm ára føðingardag, ger nú klárt til at rigga av
Mynd frá kjaki hjá R7-útvarpsstøðini í fjør. Nú fer rásin at sløkkja sendaran og rigga av
 
13.12.2020 - 16:41

Útvarpsrásin R7 gevst at senda á nýggjárinum. Tað váttar nevndarformaðurin, Petur Jacobsen, fyri útvarpinum í dag.

R7 byrjaði at senda í november í 2015, og nú rásin júst hevur hildið fimm ára føðingardag, er avgerð eisini tikin um, at útvarpsrásin gevst.

Lítið lønandi virksemi

– Vit eru ikki blivin rík av hesum, men orsøkin er ikki fíggjarlig, sigur Petur Jacobsen, ið saman við familjuni hevur sitið í leiðsluni hjá útvarpsrásini.

Hann sigur, at tað hevur verið tíðarkrevjandi at reka útvarpsrásina, og at inntøkurnar ikki hava verið nóg stórar til, at familjan og leiðslan hevur fingið løn hesi fimm árini.

Enn hevur eingin víst áhuga fyri at yvirtaka virksemið hjá R7-útvarpsrásini og konseptinum, sigur Petur Jacobsen í stuttari viðmerking við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096