Kristina Háfoss stjóri í Norðurlandaráðnum

Kristina Háfoss stjóri í Norðurlandaráðnum
Løgtingskvinnan og fyrrverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur við nýggja starvinum 1. februar
Kristina Háfoss tekur við starvinum sum stjóri á skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum 1. februar
 
14.12.2020 - 16:06

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, er sett sum stjóri á skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn. 

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur sett hana í starvið í dag, og Kristina Háfoss tekur við 1. februar, tá verandi stjórin, Britt Bohlin, leggur frá sær.

Kristina Háfoss sigur við heimasíðuna hjá Norðurlandaráðnum, at hon gleðir seg nógv til starvið.

- Tað er ein heiður at fáa møguleikan at starvast fyri Norðurlandaráðið og formansskapin, sigur Kristina Háfoss.

Hon nevnir Arktis, talgildingina og veðurlagið.

Væl útbúgvin og væl fyririekað

Bertel Haarder tekur við sum formaður í Norðurlandaráðnum á nýggjárinum. Hann fegnast eisini um nýggja stjóran.

Við Kristinu Háfoss fær Norðurlandaráðið ein sera væl útbúnan og væl fyrireikaðan stjóra, sum eisini hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting, sigur Bertel Haarder. Hann fegnast eisini um, at nýggi stjórin er úr einum landi í ríkisfelagsskapinum, ein føroyingur við sera góðum førleikum, sum hann málber seg.

Búskaparfrøðingur og løgfrøðingur

Kristina Háfoss, sum er 45 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og løgfrøðingur. Hon hevur eisini starvast í Tryggingarfelagnum Føroyum.

Hon er í løtuni løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Í seinasta valskeiði var hon landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 1. desember tók Kristina Háfoss við sum dagligur leiðari í Javna. 

Útvarpið hevur samrøðu við Kristinu Háfoss í tíðindunum klokkan 18.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970