Lønarútgjaldingarnar vaksa ikki longur

Lønarútgjaldingarnar vaksa ikki longur
Rákið er, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður, men fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru goldnar 1,8 prosent meira í lønum enn somu tíð í fjør
Í november vóru goldnar 860 mió. kr. í lønum, fimm milliónir minni enn í november í fjør
 
14.12.2020 - 10:38

Lønarútgjaldingarnar í Føroyum vaksa ikki longur.

Í november vóru goldnar 860 mió. kr. í lønum, fimm milliónir minni enn í november í fjør.

Mannfólk fingu 525 mió. kr. og kvinnur 336 mió. kr. 

Rákið er, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður, men fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru goldnar 1,8 prosent meira í lønum enn somu tíð í fjør. 

Men í fiskivinnuni, alivinnuni og landbúnaðinum til dømis eru lønirnar 1,8 prosent minni í ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342