Fekk viðhald í kæru um ólógligan stuðul

Fekk viðhald í kæru um ólógligan stuðul
Bergun Kass í meirilutanum í Tórshavnar býráð atkvøddi saman við minnilutanum um at leingja leigumál til go-kart-breyt, og so kærdi borgarstjórin
Annika Olsen, borgarstjóri, fekk viðhald í kæruni um eina samtykt um leigusáttmála, og samtyktin er nú ógildað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2020 - 14:18

Tað var ólógligt, tá ein meiriluti í Tórshavnar býráð á kommunustýrisfundi 28. november 2019 avgjørdi at stuðla einum vinnuligum leigumáli á Skarðshjalla. Tí verður samtyktin ógildað. 

Tað boðar Umhvørvis- og vinnumálaráðið frá, eftir at ráðið hevur viðgjørt klagu frá Anniku Olsen, borgarstjóra, sum kærdi samtyktina, tí hon metti talan vera um ólógligan stuðul og brot á kommunustýrislógina og byggisamtyktina.

Go-kart-breyt

Málið snýr seg um eina samtykt at leingja leigumálið við smápartafelagið AD-Import um umleið 6.600 fermetrar til at brúka sum go-kart-breyt. 

Leigukostnaðurin varð samtyktur at vera 100 krónur um árið. 

Málið byrjaði við, at fyrisitingin mælti til at selja grundstykkið, sum AD-import hevði leigað síðani 2015.

Men á kommunustýrisfundinum endaði meirilutin í minniluta, tá Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, atkvøddi saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um heldur at leingja sáttmálan.

Heimildin ikki í lagi

Longu tá vóru summi av teimum, ið atkvøddu fyri, greið yvir, at heimildin ikki var í lagi. 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sum atkvøddi fyri, segði á býráðsfundinum, sambært in.fo , at tann, sum fylgir við í tí, sum fer fram í Føroyum í dag, má skjótt ásanna, at tað er ikki størsta lógarbrotið í landinum at leingja leigumálið til go-cart-breytina í tvey ár aftrat.

Og í viðmerkingunum til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið skrivar Bergun Kass, at borgarin, fólkið og politikarin eiga at verða tikin fram um reglur, tá tað ber til, og reglur verða dagførdar samsvarandi politiska viljanum.

Í niðurstøðuni staðfestir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, at hendan samtyktin verður ógildað, tí kommunan kann ikki tryggja, at stuðulin, sum verður latin til eina go-kart breyt, ikki fer til annað virksemi í felagnum, sum hevur vinning í hyggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826