Koyrandi í Hvalbiarbergholinum í mars ella apríl

Koyrandi í Hvalbiarbergholinum í mars ella apríl
Arbeiðið hevur gingið væl, og bergholið verður liðugt eitt ár fyrr enn ætlað
Játtanin til nýggja bergholið er 272 mió. kr., og tá eru vegirnir eisini taldir við
 
23.12.2020 - 09:13

Í mars ella apríl næsta ár verður koyrandi í nýggja Hvalbiarbergholinum, knappliga eitt ár fyrr enn ætlað.

Seinasta skotið var 7.juli í ár, tað fyrsta var 27.juni í fjør.
 
Bergholið er 2,5 kilometrar.

Tað kemur í staðin fyri gamla bergholið, sum er frá 1963.

Játtanin er 272 mió. kr. Tá eru vegirnir, sum eru gjørdir í sambandi við bergholið taldir við.

2,3 kilometrar eru gjørdir hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin.

Tvær kjarnuboringar eru gjørdar í sambandi við berghol til Fámjins, tann seinna nú í vikuni, upplýsir Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742