Jólagudstænastur í Kringvarpinum

Jólagudstænastur í Kringvarpinum
Føroysku kirkjurnar eru stongdar fyri almenninginum, men Kringvarpið sendir gudstænastur í útvarpinum og sjónvarpinum
 
24.12.2020 - 11:36

Ein avleiðing av korona smittuni er, at føroysku kirkjurnar eru stongdar fyri vitjandi á jólum.

Tó sendir Kringvarpið frá jólagudstænastum.

Jólaaftan kl. 17 verður jólagudstænasta send úr Dómkirkjuni í Havn. Ann Hermansdóttir prædikar. Gudstænastan verður send í útvarpinum og í sjónvarpinum.
Midnáttarmessan úr Mariukirkjuni verður eisini send beinleiðis í útvarpinum.

Jóladag verður sent beinleiðis, eisini úr Dómkirkjuni í Havn. Sendingin byrjar kl. 10:30 og fyrsta hálva tíman spælir Havnar Hornorkestur. Gudstænasta byrjar kl. 11 og tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum prædikar.
Sent verður bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.
Endursending í sjónvarpinum er jóladag kl. 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136