Floksfelagar hjá Trump ógildaðu sýtingarrætt

Floksfelagar hjá Trump ógildaðu sýtingarrætt
109 republikanarar hava atkvøtt fyri at ógilda sýtingarrættin, forsetin brúkti ímóti uppskotinum um verjufíggjarlóg
 
29.12.2020 - 07:28

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at ógilda sýtingarrættin, sum Donald Trump, forseti, fyri jól brúkti ímóti uppskotinum um verjufíggjarlóg.

332 atkvøður vóru fyri uppskotinum um at ógilda sýtingarrættin, og 87 atkvøddu ímóti. Demokratarnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum.

Senatið fær síðsta orðið

109 republikanarar atkvøddu ímóti Trump. Nú stendur tað til senatið at gera av, um sýtingarrætturin hjá forsetanum móti verjufíggjarlógini framvegis skal galda.

Bæði í umboðsmannatinginum og senatinum skulu tveir triðingar vera fyri at ógilda sýtingarrættin.

Hendir tað, verður tað fyrstu ferð í forsetaskeiðnum hjá Trump, at politiska skipanin ógildar sýtingarrætt, sum Trump hevur brúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358