Læknar: Vísið serligt varsemi í annaðkvøld

bannari
Læknar: Vísið serligt varsemi í annaðkvøld
Læknar heita á føroyingar um at halda nýggjár við so fáum sum til ber og í mesta lagi 20 fólkum og bara inni á einum stað alt kvøldið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.12.2020 - 07:56

Føroyskir læknar heita nú á føroyingar um at vísa varsemi í sambandi við nýggjárshald og koronu. Í Facebook-bólkinum Spyr ein lækna um korona heita læknarnir aftanfyri bólkin á øll um framvegis at vísa varsemi.

Heitt verður á fólk um at halda nýggjár við so fáum sum til ber og í mesta lagi 20 fólkum og bert inni á einum stað alt kvøldið.

Mæla staðiliga frá húsagongd

Um farið verður útum til felags tiltøk so sum kyndlagongu, bál ella at skjóta fýrverk, verður heitt á fólk um at halda frástøðu til onnur ella bert standa saman við teimum, tey halda nýggjárið saman við.

Mælt verður staðiliga frá at fara húsagongd ella inn til onnur at vitja. Um onkur hevur sjúkueyðkenni, eigur viðkomandi ikki at fara út millum fólk, men halda seg heima og lata seg kanna skjótast gjørligt.

Og tey, sum sita í sóttarhaldi, eiga ikki at fara út millum fólk at halda nýggjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360