Vilja hava úrskurð hjá Hægstarætti broyttan

Vilja hava úrskurð hjá Hægstarætti broyttan
Hægstirættur í Wisconsin hevur víst einum máli um ógildar atkvøður á amerikanska forsetavalinum í november frá sær
 
30.12.2020 - 15:38

Tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, upp undir forsetavalið í heyst, heita nú á Hægstarætt um at broyta úrskurðin, sum lægri dómstólar hava gjørt um valúrslitið í statinum Wisconsin.

Sagt verður í áheitanini á Hægstarætt, at veljarar fingu ikki atkvøðuseðlar sendandi á rættan hátt. Kravt verður, at bæði brævatkvøður og atkvøður á valstaðnum skulu ógildast.

Hægstirættur í Wisconsin hevur sagt, at hann fer ikki at taka málið uppaftur, og hesa avgerð vilja tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Trump, hava Hægstarætt í Washington at ógilda.

Tapt minst 50 sakarmál higartil

Trump hevur tapt í minsta lagi 50 sakarmál um valið í Wisconsin og øðrum statum. Trump sigur, at valsvik varð framt, millum annað við brævatkvøðum.

Trump fekk 21.000 atkvøður færri enn Joe Biden í Wisconsin. Fyri jól vísti Hægstirættur aftur eina áheitan um at broyta valúrslitið í Pennsylvania.

Allir statir hava góðkent valið og staðfest, at Joe Biden vann, men Donald Trump vil framvegis ikki góðtaka valúrslitið. 6. januar fer Kongressin at telja atkvøðurnar hjá valfólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358