Torført hjá Løkke at stovna nýggjan flokk

Torført hjá Løkke at stovna nýggjan flokk
Politiskur viðmerkjari sigur, at Lars Løkke Rasmussen noyðist at fáa royndar politikarar aftrat sær, og tað verður ikki lætt
Lars Løkke Rasmussen hevur tikið seg úr Vinstra, og nú verður gitt, at hann ætlar at stovna nýggjan flokk
 
05.01.2021 - 09:53

Tað verður ikki sum at siga tað hjá Lars Løkke Rasmussen, sum nú er uttanflokkamaður á fólkatingi, at stovna nýggjan flokk. 

Martin Lidegaard og Jens Rohde í Radikala flokkinum hava verið nevndir sum tveir fólkatingsmenn, ið kanska høvdu áhuga at stovna nýggjan flokk, men teir siga báðir, at eingin ætlan er um tað.

Og nú hevur fyrrverandi búskapar- og innanríkisráðharrin, Simon Emil Ammitzbøll-Bille, eisini gjørt greitt, at hann fer ikki at stovna nýggjan flokk saman við Lars Løkke Rasmussen.

Simon Emil Ammitzbøll-Bille og Christina Egelund tóku seg bæði úr Liberal Allince, og stovnaðu flokkin Framá. Men í fjør góvust tey við royndini at útvega nýggja flokkinum undirskriftir.

Brúk fyri royndum politikarum

Politiski redaktørurin á BT, Henrik Qvortrup, sigur, at tað verður ikki sum at siga tað hjá Løkke at stovna nýggjan flokk, tí hann hevur brúk fyri royndum politikarum aftrat sær.

Nú kann hann verða noyddur at leita eftir fólki í sínum gamla flokki, men tað verður ikki lætt, sigur Henrik Qvortrup.

Lars Løkke Rasmussen boðaði á nýggjárinum frá, at hann tók seg úr Vinstraflokkinum. 

Hann hevur verið limur í Vinstra í 40 ár, floksformaður, ráðharri og forsætisráðharri í tveimum umførum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439