Viðgera nú málið um kommunalan trygdargrunn

Viðgera nú málið um kommunalan trygdargrunn
Bæði landsstýrið og fíggjarnevndin hava fingið áheitanir um fíggjarligan styrk til havnarløg, sum hava fingið skaða í ódnarveðri
Havnarlagið í Hvalba fekk stóran skaða í uppganginum í fjør
 
05.01.2021 - 08:59

Í næstum fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Kommunufelagnum aftur at viðgera spurningin um ein trygdargrunn.

Tað verður, tá ið Kommunufelagið hevur fingið nýggjan formansskap.

Trygdargrunnurin skal hjálpa til fíggjarliga, tá ið stórir skaðar standast av illveðri.

Bæði landsstýrið og fíggjarnevndin hjá løgtinginum hava fingið fleiri áheitanir um fíggjarligan styrk í sambandi við endurbygging av havnum, sum hava fingið skaða í ódnarveðri.

Fleiri havnarløg kring landið fingu skaða í uppgangi seinasta vetur.

Tað eru serliga smáar kommunur, sum koma illa fyri, tí tað kostar nógv at umvæla skaðarnar.

Vilja hava fíggingarleist

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur eisini heitt á landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, um at skipa ein fíggingarleist, so ein náttúruvanlukka í framtíðini ikki tekur fíggjarliga grundarlagið undan einari kommunu.

Landsstýrismaðurin hevur fyrr verið á fundi við Kommunufelagið um málið.

Tá varð avtalað, at tryggingarkøn skuldu kanna, hvussu grunnurin kann skipast, og hvussu nógvir pengar skulu í hann.

Undir løgtingsviðgerðini av fíggjarlógini í desember hækkaði játtanin til havnir, serliga landshavnir, tvær milliónir. Játtanin er nú sjey milliónir.

Ein partur av teimum pengunum kann brúkast til at umvæla brimskaðar. Men pengarnir eru ikki markaðir til tað.

Annars mæltu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi til at játta fimm milliónir til brimskaðarnar, men tað uppskotið varð felt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858