Aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu

Aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu
Hesaferð var óhappið í Norðragøtu, men eingin fólkaskaði var
Løgreglan hevur havt úr at gera í dag. Fyrrapartin var eitt álvarsligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, og seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
06.01.2021 - 17:02

Fyrrapartin í dag var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, og nú seinnapartin var so aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu, hesaferð í Norðragøtu.

Hetta óhappið var ikki so álvarsligt sum ferðsluóhappið fyrrapartin. Ein bilur, sum skuldi út á landsvegin í krossinum við fótbóltsvøllin, varð árendur av einum bili, sum kom koyrandi eftir landsvegnum.

Eingin fólkaskaði var, men nakað av materiellum skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375