Sáttmálin við ES bara galdandi fyrsta ársfjórðing

Sáttmálin við ES bara galdandi fyrsta ársfjórðing
Samráðingar um sáttmála fyri alt árið 2021 vera 18.januar
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er væl nøgdur við sáttmálan, sum er gjørdur við ES
 
07.01.2021 - 10:12

Millum jóla og nýggjárs var sáttmáli gjørdur millum Føroyar og ES um fiskirættindi í ár.

Men sáttmálin er bara fyri fyrsta ársfjórðing. Og hann skal góðkennast í ES fyrst, áðrenn hann kemur í gildi.

Samráðingar um sáttmála fyri alt árið 2021 vera 18.januar.

Sáttmálin líkist nógv tí, sum var galdandi í 2020.

Landsstýrismaðurin væl nøgdur

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við sáttmálan. Men hann vil ikki siga, hvat stendur í honum, fyrr enn ES hevur boðað frá, at hann er góðkendur í ES.

Verri gongst við samráðingunum við Bretland um fiskirættindi.

Samráðingar vóru í gjár og fyrradagin, men eingin sáttmáli er gjørdur.

Ikki er ásett, nær næsti samráðingarfundur verður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985