Trump: Forsetaskiftið verður friðarligt

Trump: Forsetaskiftið verður friðarligt
Donald Trump viðurkennir framvegis ikki úrslitið av forsetavalinum, men leggur frá sær 20. januar
Donald Trump viðurkennir ikki valúrslitið, men sigur, at forsetaskiftið 20. januar verður friðarligt
 
07.01.2021 - 09:28

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur nú, at forsetaskiftið verður friðarligt.

Tað sigur hann í eini fráboðan, sum ein talsmaður í Hvítu húsunum hevur lagt á Twitter.

Trump kann ikki sjálvur leggja fráboðanina út, tí Twitter hevur stongt vanga hansara fyribils eftir fleiri tweet, sum forsetin legði út í gjár.

- Hóast eg als ikki taki undir við valúrslitinum, verður forsetaskiftið 20. januar friðarligt, stendur í fráboðanini frá forsetanum gjøgnum talsmannin.

- Eg havi sagt alla tíðina, at vit fara at halda fram við stríðnum at tryggja, at bara lógligar atkvøður verða taldar. Men hetta er endin á tí besta fyrra embætisskeiðnum í søguni og bara byrjanin til strembanina at gera "America great again," sigur Donald Trump í tweetinum, sum talsmaðurin hevur lagt út.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585