Plastposar bannaðir í Íslandi

Plastposar bannaðir í Íslandi
Avgerðin samsvarar við ES-samtykt um at skerja plastnýtsluna í øllum Evropa
 
11.01.2021 - 08:58

Tað eru nú 11 dagar, síðani Ísland setti í gildi bann fyri plastposum í handlum, sama um teir eru ókeypis ella teir kosta.

Bannið er galdandi fyri vanligar beriposar og fyri smáu, tunnu plastposarnar, sum ofta verða nýttir til frukt og grønmeti. Posar, sum verða seldir í rullum, kunnu tó framvegis brúkast.

Viðskiftafólk skulu nú rinda fyri posar í handlum,  eitt nú pappírsposar ella lívfrøðiliga niðurbrótiligar plastposar úr meisi, sukurrøri ella øðrum tilfari. 

Kravt gjald síðani í heyst

Málið er at gevast við at brúka einnýtsluposar úr plasti ella øðrum tilfari, og bannið samsvarar við ES-samtykt um at skerja plastnýtsluna í øllum Evropa.

Handlar í Íslandi hava síðani september í fjør havt skyldu at krevja gjald fyri beriposar.

Hóast forboðið, sum kom í gildi á nýggjárinum, lótu fleiri handlar í handilsmiðstøðini Kringluni ókeypis beriposar í síðstu  viku. Sum skilst, gera teir tað fyri at tøma goymsluna av posum. 

Hetta er lógarbrot, men eingin er revsaður fyri tað enn, skrivar íslendska kringvarpið. Mælt verður fólki til at hava berinet við til handils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037