Uppskot um vinnuligar royndir farið til hoyringar

Uppskot um vinnuligar royndir farið til hoyringar
Skotið verður upp, at tey, sum keypa skip at fiska kvoturnar, nýtast ikki at hava veiðiloyvi ella fiskiloyvi í bólki 5 til skipið
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eigur uppskotið um vinnuligar royndir og verkætlanir
 
12.01.2021 - 09:05

Uppskot um ásetingar í lógini um sjófeingi um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir er nú gjørt og sent til hoyringar.

Ongar slíkar kvotur vórðu latnar í fjør, men tær vórðu fluttar til í ár. Og nú er svartkjaftur eisini við.

Eitt uppskot er, at tey, sum keypa skip at fiska hesar kvotur, ikki nýtast at hava veiðiloyvi ella fiskiloyvi í bólki 5 til skipið.

Hetta verður gjørt fyri at loyva nýggjum reiðarum við egnum fiskiførum at sleppa framat fiskinum, sigur Fiskimálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334