Manningarfeløg biðið um fund við landsstýrismannin

Manningarfeløg biðið um fund við landsstýrismannin
Manningarfeløgini vilja hava 30 milliónir kr. burturav, um Northwest Pelagic fær endurgjald
Norðhavið hjá Northwest Pelagic misti veiðiloyvi, og felagið kundi tí ikki bjóða á uppboðssølunum, sum vóru
 
20.01.2021 - 14:22

Manningarfeløgini hava nú biðið Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um fund um endurgjaldið, sum felagið Nortwest Pelagic hevur kravt frá Fiskimálaráðnum.

Kravið er 80 milliónir kr., og harumframt krevur felagið at fáa 19.000 tons av uppsjóvarfiski.

Northwest Pelagic vil hava endurgjald, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppsølunum, sum vóru, tí felagið hevði mist veiðiloyvið.

Felagið misti veiðiloyvið í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski ognarskapurin í skipinum hjá felagnum - Atlantsfarið, seinni Norðhavið - var ov stórur.

Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald, og felagið fekk veiðiloyvið aftur í fjør.

30 milliónir

Tey trý manningarfeløgini, Skipara- og navigatørfelagið, Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið, hava gjørt greitt, at fær Nortwest Pelagic endurgjald, vilja manningarfeløgini eisini hava burturav.

Í útvarpstíðindunum á middegi segði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, at kravið hjá manningarfeløgunum er umleið 30 milliónir kr. tilsamans. 

Feløgini siga í brævinum til Jacob Vestergaard, at tey vilja hava fund við landsstýrismannin um inntøkumissin, sum manningarnar á Atlantshavinum/Norðhavinum hjá Nortwest Pelagic høvdu.

Fiskimálaráðið er farið undir samráðingar við Nortwest Pelagic um endurgjaldskravið, siga tey trý manningarfeløgini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952