Eingin lækni í føstum starvi 1. mars

Eingin lækni í føstum starvi 1. mars
Tað gongst illa at manna læknastørvini í Suðuroynni, tí eingin søkir. Í løtuni eru tveir avloysarar
Heilsutrygd hevur oftari enn einaferð søkt eftir kommunulæknum í fast starv í Suðuroynni, men sum oftast uttan úrslit
 
26.01.2021 - 13:14

Frá 1. mars verður eingin kommunulækni í føstum starvi í Suðuroynni. Dorrit Bech Joensen í Vági fer í farloyvi 1. mars. Hon hevur fingið farloyvi í eitt ár.

Og 28. februar gevst Signar Dam á Tvøroyri. Í Suðuroynni eru fýra kommunulæknastørv. Í løtuni eru avloysarar í tveimum teirra.

Um ikki eydnast at fáa kommunulæknar í fast starv fyri 1.mars, vera bara avloysarar í kommunulæknastørvunum í Suðuroynni.

Eingin søkir

Heilsutrygd hevur oftari enn einaferð søkt eftir kommunulæknum í fast starv í Suðuroynni, men sum oftast uttan úrslit.

Seinast var nú í januar. Umsóknarfreistin var 12. januar. Søkt varð eftir trimum læknum. Eingin søkti.

1. apríl tekur Djóni S. Joensen við sum kommunulækni í Vágum. Og tá vera fastir kommunulæknar í báðum størvunum har.

Djóni S. Joensen hevur verið lækni í Vestmanna læknadømi, í Kollafirði, síðani 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039