Merkið fær toppkarakter

Merkið fær toppkarakter
International Chamber of Shipping hevur kunngjørt ein avrikslista yvir støðuna hjá altjóða skipaskrásetingum
Tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri handilsskip
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2021 - 15:34

Føroyska flaggið fær toppkarakter á góðskulista yvir skipaskrásetingar.

Tað skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu í dag.

Tað er International Chamber of Shipping, sum hvørt ár kunnger ein avrikslista yvir støðuna hjá altjóða skipaskrásetingum.

Avrikslistin gevur ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar viðurskifti sum altjóða havnaeftirlit, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum, miðalaldur á handilsflotanum og luttøku á IMO-fundum. Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar, sigur Vinnuhúsið.

Góð tíðindi fyri handilsskip

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri handilsskip, sigur við Vinnuhúsið, at hetta eru góð tíðindi fyri føroysk handilsskip, tí tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum.

Kappingarførið hjá reiðaríum í føroysku altjóða skipaskránni, FAS, er knýtt at metingini av flagginum. Um flaggið ikki verður mett sum góðskuflagg, kann tað ávirka virksemið og raksturin hjá reiðaríum, eitt nú við øktum eftirlitsvitjanum og fleiri krøvum til avtalur, skrivar Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065