Sjey kilometrar boraðir í Sandoyartunlinum

Sjey kilometrar boraðir í Sandoyartunlinum
Í síðstu viku vórðu boraðir 124 metrar
Gongst sum ætlað, verður skotið ígjøgnum í Sandoyartunlinum seint í heyst
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
26.01.2021 - 10:13

Nú eru umleið sjey kilometrar boraðir í Sandoyartunlinum.

Í síðstu viku vórðu boraðir tilsamans 124 metrar, 81 metrar í Traðardali og 43 metrar á Gomlurætt.

Sandoyartunnilin verður tilsamans 10 kilometrar og 785 metrar langur.

Higartil eru boraðir tilsamans 6.941 metrar, 3.716 metrar í Traðardali og 3.225 metrar á Gomlurætt.

Gongst sum ætlað verður skotið ígjøgnum í Sandoyartunlinum seint í heyst, og tunnilin skal eftir ætlan verða liðugur í 2023. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858