Flogfar sunnan fyri Føroyar fekk trupulleikar

Flogfar sunnan fyri Føroyar fekk trupulleikar
Eitt farmaflogfar hjá Blue Nordic setti seg í øllum góðum í Aberdeen í Skotlandi
Tað var eitt flogfar hjá Bluebird Nordic, sum fekk trupulleikar sunnan fyri Føroyar. Tað vendi aftur, og setti seg í Aberdeen
 
27.01.2021 - 10:41

Eitt farmaflogfar hjá Bluebird Nordic, av slagnum Boeing 737, sendi í gjár út neyðfráboðan, Squawk 7700, sum er kotan fyri óvanligar neyðstøður. 

Tað skrivar skotska blaðið, The Herald, á netinum. Flogfarið var tá statt beint sunnan fyri Føroyar. Flogfarið fór úr Dublin tíðliga í gjáramorgunin við 7,2 tonsum av farmi, sum skuldu flytast til Keflavík í Íslandi. 

Vórðu ávarað

Eftir at hava boðað frá neyðstøðuni, vendi flogfarið aftur, og varð beint inn á aðra leið. Tað lendi 50 minuttir seinni í øllum góðum á flogvøllinum í Aberdeen í Skotlandi.

Neyðtænastan í Dublin og Aberdeen siga, at tey vórðu ávarað um, at flogfarið møguliga fór at hava trupulleikar við at seta seg. Trý fólk vóru við flogfarinum, og tey settu beinan vegin neyðugu tiltøkini í verk, sigur Bluebird Nordic við The Herald.

Kanningar hava víst, at trupulleikar vóru við trýstinum í flogfarinum. Flogfarið hoyrir til flotan hjá Bluebird Nordic við fimm flogførum, sum hava støð í Reykjavík í Íslandi, og tey flúgva við farmi millum Ísland og Evropa, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386