Fyrsta lodnulastin landað í Íslandi

Fyrsta lodnulastin landað í Íslandi
Føroysk skip sleppa, sum kvotan er nú, at fiska 3.050 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í vetur
Polar Amaroq var fyrsta skipið, sum landaði lodnu í Íslandi í trý ár
Mynd: Vessel finder  
 
01.02.2021 - 15:38

Fyrsta lodnulastin í trý ár varð landað á Eskifirði leygardagin, tá ið uppsjóvarskipið Polar Amaroq landaði 700 tons.

Lodnan fekst eystan fyri Ísland í trimum hálum, og hon varð góð, skrivar Morgunblaðið. Okkurt um 40 lodnur vóru í hvørjum kilo. 

Polar Amaroq fór alt fyri eitt aftur til fiskiskap, og hevur longu fingið 300 tons í einum háli. 

Føroysk skip sleppa, sum kvotan er nú, at fiska 3.050 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327