Inger Støjberg fyri ríkisrætt

Inger Støjberg fyri ríkisrætt
Ein stórur meiriluti av fólkatinginum hevur samtykt uppskotið, og málið verður nú latið formanninum í ríkisrættinum
139 fólkatingslimir atkvøddu fyri, at Inger Støjberg skal fyri ríkisrætt. 30 atkvøddu ímóti
 
02.02.2021 - 15:37

Fyrrverandi danski ráðharrin í útlendinga- og integrasjónsmálum, Inger Støjberg, skal fyri ríkisrætt.

Tað hevur ein stórur meiriluti av fólkatinginum samtykt fyri løtu síðani.

139 atkvøddu fyri, og 30 atkvøddu ímóti.

Formaðurin í fólkatinginum, Henrik Dam Kristensen, letur nú formanninum í ríkisrættinum, Thomas Rørdam, málið.

Áðrenn atkvøtt var um málið, tók Inger Støjberg uppaftur, at hon er ósek í málinum um at skilja pør, sum hava biðið um politiskt friðskjól í Danmark, sundur.

- Ein stórur meiriluti heldur, at eg eri sek. Men  eg veit, at eg ikki gav nøkrum boð um at gera nakað ólógligt, segði Inger Støjberg. 

- Eg legði uppí, og eg standi fast við, at tað var tað einasta rætta at gera, bæði politiskt og menniskjaligt, segði hon. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576