Seinna prikið er framskundað

bannari
Seinna prikið er framskundað
Koppingarevnið, sum kemur til landið í kvøld, verður fyri tað mesta brúkt til tey, sum longu eru koppsett fyrru ferð
Tey, sum eru koppsett fyrru ferð, fáa nú seinna prikið
 
03.02.2021 - 15:22

Tey, sum hava fingið fyrra prikið í koppsetingini fyri koronu, fáa nú eisini seinna prikið. Í kvøld kemur ein kassi aftrat við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech.

Hesaferð verður meginparturin av skamtunum, umleið 1.300 í tali, brúktur til seinna prikið hjá teimum, sum longu eru koppsett einaferð, sigur koppsetingarbólkurin.

Ætlanin var annars at brúka hesa sendingina til nýggjar koppsetingar. Men koppsetingarbókurin, ið varðar av koppsetingarætlanini, gjørdi á fundi í gjár av at broyta ætlanina og í staðin fara undir endurkoppsetingarnar.

Orsøkin er óvissa um veitingarnar av vaksinu, sigur koppsetingarbólkurin í tíðindaskrivi.

100 fólk eftir

Eftir eru umleið 100 fólk í bólkunum 3 og 4 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini at verða koppsett fyrru ferð. Tað eru sjúklingar, sum eru í viðgerð, og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir og avvarðandi. Hesi verða koppsett nú.

Tey, ið eftir ætlan skuldu hava fyrru koppsetingina nú, eru í bólki 5 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini. Tað eru fólk, sum hava fylt 65 ár, og sum fáa røkt og hjálp heima. Hesi mugu tó bíða eitt sindur.

Koppsetingarbólkurin sigur seg harmast um, at hesi nú mugu brynja seg við toli eina tíð aftrat, men stigið er neyðugt at taka fyri at tryggja, at seinna prikið ikki kemur ov seint, og koppsetingin tí kanska ikki fær fullan virknað.

Tíðin fyri at fáa seinna prikið nærkast hjá teimum, sum stóðu fyrst fyri at verða koppsett. Koppsetingarbólkurin heldur tí, at tað er ov váðið at bíða longur, tá tað er so óvist, nær næstu sendingarnar av koppingarevni kunnu væntast.

Danir fáa eisini seinna prikið

Í Danmark, haðani vaksinan til Føroya kemur, hava tey longu tikið fyrilit fyri hesum, og eru farin undir seinna koppsetingarumfar. Danska heilsustýrið mælir eisini til, at fólk verða koppsett aftur tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina.

Tað er eisini tað, sum Pfizer/BioNTech sjálvt mælir til, men kortini hava tilmælini frá heilsumyndugleikunum bæði í Danmark og Føroyum síðani ársskiftið verið seks vikur. Hetta fyri skjótt at fáa koppsett og vart so nógv fólk í vandabólkum, sum til ber.

Tó at tað illa ber til at siga nakað við vissu, verður enn væntað, at trupulleikarnir við óvissu um veitingarnar verða loystir, sum veturin fer at halla. Alsamt fleiri vaksinur verða nevniliga góðkendar og koma á marknaðin, og veitingarnar av teimum, sum longu eru har, væntast at gerast meira støðugar, sigur koppsetingarbólkurin.

Í sambandi við broyttu koppsetingarætlanina er koppsetingarkalendarin eisini dagførdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652