Danir spyrja nú ítøkiliga um radaran

Danir spyrja nú ítøkiliga um radaran
Eingin støða verður tikin, fyrr enn ráðførsla hevur verið í Uttanlandsnevndini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Málið um radaran verður nú fyrireikað til politiska viðgerð bæði í landsstýrinum og Uttanlandsnevndini
 
04.02.2021 - 15:29

Landsstýrið hevur nú fingið ítøkiligan fyrispurning frá donsku stjórnini um støðu tess til spurningin um at seta hernaðarradara upp í Føroyum.

Málið verður nú fyrireikað til politiska viðgerð, bæði í landsstýrinum og Uttanlandsnevndini. Hetta er eitt mál, sum skal hava neyva politiska viðgerð í Føroyum, áðrenn avgerð verður tikin.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið.

Ráðførsla í Uttanlandsnevndini

Jenis av Rana sigur, at higartil hevur samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið verið roknað sum kunning í málinum um radaran, ikki sum ítøkiligar samráðingar ella støðutakan.

Eingin avgerð verður tikin um hernaðarradaran, fyrr enn ráðførsla hevur verið í Uttanlandsnevndini um málið, sigur hann.

Í  samskiftinum við danskar myndugleikar hevur Jenis av Rana sagt, at útgangsstøðið er, at Føroyar sum vesturlendskt fólkaræði eiga at gera sítt til felags verjuna í Nato, tá tørvur er á tí. 

Landsstýrismaðurin stendur til svars

Aksel V. Johannesen spurdi landsstýrismannin, um hann fer at loyva danska verjumálaráðharranum og fólki hennara at kunna Uttanlandsnevndina um radaran.

Jenis av Rana svarar, at tað er landsstýrið, sum skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, og tað er landsstýrismaðurin, sum stendur til svars fyri Uttanlandsnevndini. 

Ráðførslan skal vera á fult upplýstum grundarlagi, og tí hevur landsstýrið biðið donsku stjórnina um allar viðkomandi upplýsingar um málið, sigur Jenis av Rana í svarinum til Aksel V. Johannesen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846