Tríggir íslendingar ákærdir í Samherjamálinum

Tríggir íslendingar ákærdir í Samherjamálinum
Umleið 30 fólk eru ákærd í Samherjamálinum, og íslendingarnir eru ákærdir fyri hvítting og fyri skattasvik
Mynd: rúv.is  
 
05.02.2021 - 17:21

Teir tríggir eru Ingvar Júlíusson, Egill Helgi Árnason og Aðalsteinn Helgason, skrivar íslendska kringvarpið, Rúv.

Samherji sigur í fráboðan í dag, at ákærurnar koma ikki óvart á tey eftir skuldsetingarnar fyri góðum ári síðani um virksemið hjá felagnum í Namibia, og sum eru grundaðar á tað, sum Jóhannes Stefansson hevur sagt. Stefansson stóð á odda fyri fiskiskapinum hjá Samherja í Namibia fram til 2016 og er fyrrverandi nevndarformaður í Samherja. 

Stefánsson hevur sagt, at Samherji hevur mutrað fleiri embætisfólk og politikarar í Namibia, og at bæði fiskimálaráðharrin og løgmálaráðharrin í Namibia eru millum tey, sum hava tikið ímóti mutri.

Ríkisákærin í Namibia almannakunngjørdi ákæruritið í morgun við 26 ákærum móti bæði fyritøkum og einstaklingum. 

Teir tríggir íslendingarnir vóru stjórar ella partur av leiðsluni í fyritøkunum hjá Samherja í Namibia. (foto: ruv.is)

Heimasíðan hjá Samherja skrivar í dag, at sambært namibiskari lóg, merkja ákærur móti eini fyritøku, at stjórin í fyritøkuni eisini verður ákærdur.

Ákæran er í 14 pørtum, og fleiri snúgva seg um íslendingarnar, og teir eru m.a. ákærdir fyri at hava brotið lógina um skipað brotsverk og fyri skattasvik og at hvítta pening. Rættarfundurin verður í Hægstarætti í Windhoek í Namibia 22. apríl og íslendingarnir skulu møta í rættinum har, skrivar ruv.is.

Ákæruvaldið í Namibia hevur gjørt óheftar kanningar í málinum, m.a. hvørjar bankaflytingar eru gjørdar eftir at Jóhannes Stefansson fór úr starvi, dátur frá Samherja og gjaldingar, sum vóru millum feløg, sum høvdu tilknýti til Samherja, og sonevndu hávarnar, - skutilsveinar.

Heimasíðan hjá Samherja skrivar, at ákærurnar móti fyritøkunum, sum hava tilknýti til Samherja, eru veikar. Samherji fer nú at fyrireika verjuna, og ákærunar verða skotnar niður við fullari megi, skrivar Samherji.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532