Hava koppsett 12 milliónir fólk í Bretlandi

bannari
Hava koppsett 12 milliónir fólk í Bretlandi
Ætlanin er at hava koppsett øll, ið standa í fremstu røð, fyri 15. februar
Tað gongur væl at koppseta fyri koronu í Bretlandi
 
08.02.2021 - 15:14

Meira enn 12 milliónir fólk í Bretlandi eru nú koppsett fyri koronu. Tað vísa nýggj tøl, sum stjórnin í landinum kunngjørdi í gjár, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Sostatt nærkast landið málinum um at koppseta øll tey 15 milliónir fólkini, ið standa í fremstu røð, fyri 15. februar.

Heilsustarvsfólk, veik og sjúk

Tað eru fólk, sum eru eldri enn 70 ár, heilsustarvsfólk og fólk, sum eru veik ella sjúk.

Bretski ráðharrin í heilsumálum, sigur, at landið fer at røkka málinum fyri 15. februar, tá øll tey 15 milliónir fólkini skulu verða koppsett.

Síðani er ætlanin, at fólk, sum eru eldri enn 50 ár, skulu koppsetast, áðrenn komið er inn í mai mánað. Bretland hevur, ólíkt øðrum londum, fingið allar skamtarnar til tíðina.

Meira enn brúk er fyri

Orsøkin er millum annað, at bretska stjórnin gjørdi skjótt av; bæði við at keypa og góðkenna koronuheilivág frá fleiri heilivágsfyritøkum.

Fær Bretland allar skamtarnar, landið hevur bílagt, fær Bretland tríggjar ferðir fleiri skamtar, enn landið hevur brúk fyri.

Leiðarin fyri bretsku koppsetingarætlanina, Kate Bingham, heldur ikki, at Brexit er orsøkin til, at Bretland fær so nógvar skamtar.

Í desember vórðu í fleiri umførum staðfestir 70.000 nýggir smittutilburðir í Bretlandi um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060