Mótmæla ætlanini at flyta børn í Eysturskúlan

Mótmæla ætlanini at flyta børn í Eysturskúlan
Pláss er ikki fyri øllum næmingum í fyrsta flokki í Skúlanum á Fløtum í Havn, tí skúlin er ov lítil
Skúlin á Fløtum varð tikin í nýtslu í heyst, men longu nú er greitt, at pláss er ikki fyri øllum næmingunum, sum skulu í fyrsta flokk á Fløtum næsta skúlaár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2021 - 16:17

Skúlin á Fløtum í Havn, sum er ein samanlegging av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, er ov lítil.

Tað hevur við sær, at pláss er ikki fyri øllum næmingum, sum skulu í fyrsta flokk í nýggja skúlaárinum, og tí verður neyðugt at flyta næmingar í Eysturskúlan, sum er í hinum endanum av býnum.

Støðan hevur fingið foreldur í vesturbýnum at rópa varskó. Tey eru farin at savna undirskriftir móti ætlanini, og higartil hava meira enn 300 fólk skrivað undir.

Skúlin á Fløtum ásannar, at skúlin er ov lítil, og hevur gjørt av, at børn, sum ganga í forskúla á Fløtum, skulu hava fyrsta rætt at sleppa í fyrsta flokk í Skúlanum á Fløtum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290