Korona: 46 lond eru aftan fyri Føroyar

bannari
Korona: 46 lond eru aftan fyri Føroyar
Sambært listanum hjá WHO eru 14 lond, har korona als ikki hevur verið
 
12.02.2021 - 10:26

46 lond eru aftanfyri Føroyar á listanum hjá WHO við koronusmittaðum fólkum. Listin, sum varð dagførdur í gjár, sigur, at í Føroyum hava 657 fólk fingið koronu.

Føroyar eru millum Bermuda, har sum talið er 694, og Mauritius við 595 smittaðum.

Flestu tilburðir í USA og India

Sambært listanum hjá WHO eru 14 lond, har korona als ikki hevur verið. Har er eingin skrásettur sum smittað ella smittaður.

Nógv tey flestu eru í USA, 26 milliónir og 923.756. Nummar tvey er India. Har er talið 10 milliónir og 871.294.

Í øllum heiminum vóru í gjár 106 milliónir 991.090 fólk skrásett at vera koronusmittað. Tvær milliónir og 347.015 eru deyð við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053