100 fólk skadd í jarðskjálvta í Japan

100 fólk skadd í jarðskjálvta í Japan
Sambært myndugleikunum lat eingin lív.
 
14.02.2021 - 15:57
Um 100 fólk fingu skaða í jarðskjálvtanum í Japan í gjár, men eingin læt lív, upplýsa myndugleikarni í landinum. Skjálvtin var í Fukushima landspartinum og nógv háhús sveiggjaðu í skjálvtanum. Skjálvtin varð máldur til 7,3 á richter-stiganum, og var 60 kilometrar undir jørðini. Ristingarnar merktust í høvuðstaðnum, Tokio, sum liggur fleiri hundrað kilometrar frá jarðskjálvtamiðdeplinum. Ein stórur partur av fólkinum í landnyðringspartinum av Japan mistu elveitingina av skjálvtanum, talan var um næstan eina millión húski, upplýsa myndugleikarnir. Tey flestu hava fingið streymin aftur í dag. Í mars í 2011 var ein harður jarðskjálvti í sama øki, sum legði nógvar bygningar í oyði. Tá breyt ein stór flóðalda inn yvir eitt kjarnorkuverk í býnum, og var orsøkin til størstu kjarnorkuvanlukkuna í 25 ár. Einki orkuverk fekk skaða í skjálvtanum í gjár, upplýsir felagið sum eigur verkið. Jarðskjálvtar eru vanligir í Japan, og fimtihvør skjálvti sum er harðari enn 6 á richter-stiganum, er í Japan.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423