Fleiri skamtar frá Pfizer, men færri frá øðrum

bannari
Fleiri skamtar frá Pfizer, men færri frá øðrum
Málið er framvegis, at allir danir eru koppsettir fyri koronu í summar
Danmark fær fleiri skamtar enn væntað frá Pfizer/BioNTech, men tað skundar ikki undir koppsetingina, tí aðrar heilivágsfyritøkur megna ikki at lata so nógv koppingarevni
 
15.02.2021 - 14:51

Danski Serumstovnurin boðar í dag frá, at Danmark fær 900.000 fleiri skamtar av koppingarevni frá heilivágsfyritøkuni Pfizer/BioNTech, enn tey væntaðu at fáa so seint sum í seinastu viku.

Hetta eru góð tíðindi. Kortini fer tað neyvan at ganga skjótari at koppseta.

Tí í sama viðfangi boðar Serumstovnurin frá, at tveir aðrir veitarar, AstraZeneca og Moderna, megna ikki at veita ætlaðu nøgdina, og tí er málið framvegis, at øll, sum vilja koppsetast, verða koppsett síðst í juni ella fyrst í juli, júst sum ætlanin var frammanundan.

Tað verður heldur ikki beinan vegin, at meiri ferð kemur á koppsetingina. Tí vit skulu inn í apríl mánað, áðrenn Pfizer megnar at veita størri nøgd enn hana, sum er fráboðað í dag.

Og tað verður eisini í mars ella apríl, at AstraZeneca og Moderna megna at veita størri nøgdir. Tá kemur væntandi meir ferð á koppsetingina.

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at í Føroyum er málið, at øll skulu vera koppsett í seinasta lagi á jóansøku.​​​​​

Liðug á jóansøku

– Her heima er málið framvegis, at øll eru koppsett í seinasta lagi á jóansøku.

Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Men hvussu og við hvørjum koppingarevni, er ógreitt, tí framvegis er óvist, hvussu nógv koppingarevni fæst.

Seinni í vikuni fer landsapotekarin á fund við Serumstovnin, har avgjørt verður, hvussu vaksinuveitingarnar verða í næstum, og hvussu hesir eyka skamtarnir frá Pfizer/BioNTech verða býttir.

Í løtuni er greitt, at føroyska heilsuverkið fær ein bakka av koppingarevni frá Pfizer/BionTech hesa vikuna, og ein bakka aftrat í næstu viku. Hvør bakkin røkkur til at koppseta umleið 1.200 - 1.300 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804