Kærur um, at Jehova Vitni goyma upplýsingar

Kærur um, at Jehova Vitni goyma upplýsingar
Norska dátueftirlitið er farið upp í málið, tí fólk fáa ikki innlit í persónsupplýsingar, m.a. um kynslig viðurskifti
Jehova Vitni í Noregi verða løgd undir at goyma persónsupplýsingar, og norska dátueftirlitið er nú farið upp í málið
 
17.02.2021 - 15:14

Norska dátueftirlitið kannar Jehova Vitni, eftir at fleiri kærur eru um, at felagsskapurin ólógliga goymir persónsupplýsingar.

Kærurnar snúgva seg um, at fólk fáa ikki fult innlit í persónsupplýsingar, og at upplýsingarnar ikki verða strikaðar sambært persónsverndarlógini, upplýsir norska dátueftirlitið í tíðindaskrivi. 

Tey, sum kæra, hava av ymsum orsøkum verið innkallað í sonevndu "dømandi nevndina" hjá Jehova vitnum. Tað hevur í mesta mun verið í sambandi við kynslig viðurskifti. 

Dømandi nevndin skrivar frágreiðing frá hesum fundum, og tey, sum kæra, stúra fyri, at upplýsingarnar um kynsligu viðurskiftini verða goymdar.

Dátueftirlitið spyr

Í fyrstu atløgu hevur dátueftirlitið sent Jehova Vitnum bræv við spurningum, um tað er felagsskapurin hjá Jehova Vitnum, ella einstakar samkomur, sum hava ábyrgdina av persónsverndarreglunum, stendur í tíðindaskrivinum. 

- Kjarnin í persónsverndarlógini er, at hvør einstakur í mest møguligan mun skal hava tamarhald á, hvørjar upplýsingar verða goymdar, og hvat upplýsingarnar skulu brúkast til. Og tað hevur serliga týdning, tá talan er um viðkvæmar upplýsingar, og í einum trúarsamfelagi, har valdsbýtið millum leiðara og vanligar limir eru ójavnt, sigur Bjørn Erik Thon, stjóri í norska Dátueftirlitinum.

Jehova vitni skal svara í seinasta lagi 4. mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096