Noreg og ES stríðast um fiskiskap við Svalbard

Noreg og ES stríðast um fiskiskap við Svalbard
ES hevur givið boð um, at ES-skip kunnu fiska meira tosk við Svalbard, men tað finna norðmenn seg ikki í
Odd Emil Ingebrigtsen, norskur fiskimálaráðharri, finst at ES, sum hevur givið ES-skipum loyvi at fiska meira tosk við Svalbard
 
17.02.2021 - 08:57

Stríð hevur tikið seg upp millum Noreg og ES um fiskiskapin við Svalbard.

Orsøkin er, at ES hevur givið boð um, at skip úr ES-londunum kunnu fiska góð 28.000 tons av toski við Svalbard.

Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, sigur, at avgerðin hjá ES er ólóglig, og at Noreg finnur seg ikki í framferðini.

ES brýtur havrættarsáttmálan

- Noreg hevur einsamalt rætt til at áseta fiskiskapin við Svalbard, og at bert Noreg kann geva ES kvotu á leiðini.

Norski fiskimalaráðharrin sigur, at ES ger seg inn á rættin hjá Noreg og brýtur havrættarsáttmálan.

- Eg havi gjørt ES greitt, at allur fiskiskapur, sum er uttanfyri tað, sum Noreg hevur ásett, er ólógligur fiskiskapur, og at norska fiskiveiðueftirlitið fer at handfara fiskiskapin eftir lógini, sigur Odd Emil Ingebrigtsen í tíðindaskrivi til norskar miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203