Breddin: Radari, hybridbilar og fiskivinna

Breddin: Radari, hybridbilar og fiskivinna
Trý evni eru í Breddanum í dag
Hybridbilar og plug hybridbilar fara ivaleyst aftur at seta dám á orðaskiftið í tinginum í dag. Breddin setir eisini málið á breddan
 
18.02.2021 - 12:56

Skulu vit vænta handilsligar avleiðingar fyri Føroyar, um ein hernaðarradari verður settur upp á Sornfelli?

Serfrøðingar í trygdarviðurskiftum greina støðuna.

Orðaskiftið um hybrid og plug-in hybridbilar í grønum umhvørvis- og stuðulspolitikki er hvast, og røkkur langt inn í løgtingssalin undan 3.viðgerð, sum verður seinnapartin.

Og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í hyggju at fremja á fiskivinnuøkinum? Vit hyggja nærri í frágreiðingina, sum í dag verður løgd fyri tingið, og skal til aðalorðaskifti í næstu viku.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161