Kanna kvinnurættindi og javnstøðu

Kanna kvinnurættindi og javnstøðu
Føroyar hava áhuga hjá ST-nevndini CEDAW, tí føroyskar kvinnur hava avmarkaða atgongd til heilsutænastur
 
18.02.2021 - 10:54

ST-nevndin, sum arbeiðir fyri at beina fyri mismuni móti kvinnum, CEDAW, fer í næstu viku at kanna, hvussu støðan er hesum viðvíkjandi í danska ríkinum, eisini í Føroyum og í Grønlandi.

Rættindi hjá kvinnum og javnstøða verða kannað.

Millum annað verður kannað, hvørja ávirkan korona hevur havt á rættindini og javnstøðuna.  

Føroyar hava millum annað áhuga hjá nevndini, tí CEDAW sigur, at í Føroyum hava kvinnur avmarkaða atgongd til heilsutænastur viðvíkjandi kynsligum og nøringarligum evnum.

Í Danmark kom ein lóg á nýggjárinum, sum ger Danmark til 12.landið í Evropa, sum ikki krevur prógv um harðskap ella hóttanir fyri at gera neyðtøkur til brotsverk. Neyðtøkur verða nú javnsettar við sex uttan samtykki.

CEDAW kannar eisini, hví so nógvar kvinnur í Grønlandi taka seg av døgum, og hví so nógvur harðskapur er móti kvinnum í Grønlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221