SEV hevur eykaaðalfund

SEV hevur eykaaðalfund
Nýggj nevnd skal veljast, og væntandi verða fleiri broytingar
Stórur áhugi er fyri eykaaðalfundinum í SEV, tí m.a. arbeiðir landsstýrið við at skilja netið frá SEV
 
19.02.2021 - 09:57

SEV hevur eykaaðalfund nú fyrrapartin.

Á skránni er m.a. val av nevnd. 

Tað eru kommunurnar, sum velja nevndina, og helst vera stórar broytingar gjørdar, tí bert tann eini nevndarlimurin í SEV varð valdur aftur á kommunuvalinum.

Tað er kortini ikki nøkur treyt, at nevndarlimur skal vera kommunustýrislimur, men tað hevur verið vanliga mannagongdin seinastu árini.

Arbeiðsleistur

Eykaaðalfundurin skal eisini umrøða ein arbeiðsleist fyri eftirmeting av bygnaði og gerð av møguligum tilmæli um broytingar í bygnaðinum í SEV.

Stórur áhugi er fyri eykaaðalfundinum í SEV, tí m.a. arbeiðir landsstýrið við at skilja netið frá SEV, so aðrir orkuveitarar kunnu nýta netið, sum SEV og kommunurnar eiga.

Vit frætta meir um eykaaðalfundin í SEV í tíðindunum á døgurða.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342