Føroyingar arbeiða mest í Evropa

Føroyingar arbeiða mest í Evropa
84 prosent av fólkinum eru vinnuliga virkin
Samanborið við onnur lond, er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum
 
04.03.2021 - 13:03

Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í øllum Evropa. 

Tað skrivar Hagstovan.

Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum, í aldrinum 15 til 74 ár, eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. 

Hetta svarar til 84 prosent. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk í hesum aldri, og tað svarar til 16 prosent.

Hetta er størsti vinnutíttleikin samanborin við onnur lond í Evropa.

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi.

Bæði menn og kvinnur

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, er 84,3 prosent, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1 prosent og hjá kvinnum við 82,4 prosent.

Samanborið við onnur lond, er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum. Ìsland er á øðrum plássi.

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstova Føroya gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum.

Samanborið við  fólkatalið er hon javnt størst í Norðstreymi og í Suðurstreym, 84 prosent, í Norðoyggjum 83 prosent, og í Eysturoynni er hon 81 prosent. 

Í Suðuroynni er hon 80 prosent, í Vágum 79 prosent og Sandoyarøkinum 78 prosent.

Meira fæst at vita um arbeiðsfjøldina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610