Kommunan keypt gomlu bygningarnar á Tvøroyri

Kommunan keypt gomlu bygningarnar á Tvøroyri
Meirilutin í býráðnum, sum samtykti keypið, helt, at vandi var fyri, at alt fór á fremmandar hendur
Leigumálini í bygningunum halda fram, til tey ganga út um eitt gott ár
 
09.03.2021 - 09:04

Tvøroyar býráð samtykti í gjárkvøldið at keypa søguligu bygningarnar, har Pubbin og Seglloftið halda til, fyri 4,4 milliónir krónur. 

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni. 

Talan er um gomlu ognirnar hjá Thomsen á havnarlagnum. Tilsamans er talan um bygningar og grundøki uppá góðar 3.000 fermetrar miðskeiðis á Tvøroyri. 

Frá 1846

Gamli handilsbygningurin, sum Pubbin heldur til í, er frá 1846, og var ein deild hjá kongliga einahandlinum, til Føroyar fingu fríhandil í 1856. Tá keypti danin Thomsen handilin, og síðani hava teir verið í somu familju, til Poul Hansen, sáli, keypti bygningarnar fyri nøkrum árum síðani. 

Semja var tó ikki í býráðnum um at keypa bygningarnir. Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum hildu, at býráðið átti at viðgera málið gjøllari og mæltu til at útseta keypið. Tær vildu eisini hava at vita, hvat tað fór at kosta at reka bygningarnar, og hvussu tað skal fíggjast. 

Men meirilutin helt, at um Tvøroyrar býráð ikki tók av nú, so var vandi fyri, at alt fór á fremmandar hendur, og at tað hevði verið til óbótaligan skaða. 

Meirilutin atkvøddi fyri

Tá samanum kom, atkvøddu tey fýra í meirilutanum fyri at keypa ognina. Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt, meðan Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti. 

Gamli handilin er leigaður til pubb, og Seglloftið er leigað til matstovuvirksemi, Tey bæði leigumálini halda fram, til tey ganga út um eitt gott ár.

Ætlanin er fyri fyrst at gera nakrar umvælingar á Gl. Kgl. Handilin og Pakkhús nr. 5, og at ognirnar annars verða nýttar til alment gagnligt endamál, og vera karmur um mentanarlig tiltøk, til gagn fyri fólk og bý. Eisini er ætlanin at fríðka um fiskaplássið og gera tillagingar, til frama fyri ferðsluna í miðbýnum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815