Spógvin lýstur til sølu

Spógvin lýstur til sølu
Báturin verður seldur fyri hægsta boð yvir 250.000 kr.
Spógvin, sum m.a. varð keyptur at røkja Hestleiðina, verður nú lýstur til sølu
 
09.03.2021 - 14:12

Spógvin, sum varð keyptur til Strandferðsluna at røkja m.a. Hestleiðina, verður nú lýstur til sølu.

Hann var í rakstri, til í mai í í fjør. 

Meðan Spógvin hevur ligið við bryggju, hava motorarnir verið settir í gongd við jøvnum millumbilum, sigur Strandferðslan í lýsingini.

Báturin verður seldur í tí standi, hann er í.

Spógvin verður seldur fyri hægsta boð yvir 250.000 kr., og seinasta freist at bjóða er fríggjadagin 26. mars á middegi.

Spógvin liggur í løtuni í Skopun, og kann sýnast har eftir avtalu, sigur Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952