Andstøðan fingið uppskot um tilfeingisgjald

Andstøðan fingið uppskot um tilfeingisgjald
Fíggjarmálaráðið hevur roknað upp á ymiskt, sum andstøðan mælti til á fundinum fyrr í mánaðinum
Nótaskipini og trolararnir í Barentshavinum rinda tilfeingisgjald. Nú verður roynt at fáa andstøðuna við í semjuna um nýggju skipanina um tilfeingisgjald
 
11.03.2021 - 11:40

Í gjárkvøldið fekk andstøðan eitt uppskot um tilfeingisgjøld frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at eitt uppskot er komið frá landsstýrismanninum, men hann hevur ikki havt høvi at kanna uppskotið.

Tað verður gjørt saman við hinum andstøðuflokkunum, sigur hann.

Av tí sama sigur Aksel V. Johannesen seg ikki kunna taka støðu til, um uppskotið er broytt, so flokkurin kann taka undir við tí.

Útrokningar

Jørgen Niclasen sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur roknað upp á ymiskt, sum andstøðan mælti til á fundinum fyrr í mánaðinum.

Hann vil kortini ikki siga nakað alment um broytingarnar, sum hann mælir til nú, tí andstøðan skal fyrst hava høvi at svara.

Men eftir fundin fyrr í mánaðinum var hann bjartskygdur.

Jørgen Niclasen sigur seg vænta svar sum skjótast, og helst í hesi vikuni.

Samgongan er samd um uppskotið, sum hann hevur gjørt um tilfeingisgjaldið, og tað uppskotið verður lagt fyri løgtingið, um andstøðan ikki vil vera við, sigur hann.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114