Trý frystilínuskip eru undir Íslandi

Trý frystilínuskip eru undir Íslandi
Havrannsóknarskipini gera yvirlitstrolingar norðanfyri
Jákup Sverri og Magnus Heinason gera yvirlitstrolingar norðanfyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2021 - 10:54

Eitt ísfiskalínuskip er undir Íslandi, og fýra eru undir Føroyum. 

Trý frystilínuskip eru undir Íslandi, og trý eru undir Føroyum, skrivar Fiskamarknaðurin.

Um útróður sigur hann, at streymurin er harður nú fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. 

Ein djúpvatnstrolari roynir eftir svartkalva eystanfyri.

Havrannsóknarskipini gera yvirlitstrolingar norðanfyri.

Frægari fiskiskapur hjá partrolarum

Flestu partrolararnir eru til fiskarí. Fiskiskapurin hjá teimum er heldur frægari nú. 

Bara tveir trolbátar eru úti. Fiskiskapurin hjá teimum er smáligur.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskaríið er smáligt.

Eitt garnaskip fiskar havtasku, og hevur tað brúkiligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040