86 hoyringarsvar um broytta ferðaætlan

86 hoyringarsvar um broytta ferðaætlan
Ætlanin er, at broytingarnar skulu koma í gildi 1. apríl
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum, sum koyra millum Havnina og økini norðan fyri høvuðsstaðin, skal broytast
 
22.03.2021 - 16:24

Strandferðslan fekk 86 hoyringarsvar frá fólki, tá stovnurin herfyri gav almenninginum høvi at gera viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar hjá Bygdaleiðunum, sum koyra millum Havnina og økini norðan fyri høvuðsstaðin.

Tað er greitt, eftir at stovnurin hevur savnað øll hoyringarskrivini, sum komu inn í tíðarskeiðnum frá fyrst í mars til mikudagin í seinastu viku, tá freistin at viðmerkja var úti.

Strandferðslan gjørdi fyrst í mars av at broyta nakrar leiðir hjá Bygdaleiðum eftir atfinningar, sum vóru frammi, tá Eysturoyartunnilin læt upp.

Strandferðslan ásannaði, at ferðslumynstrið er broytt, og at stovnurin tí má broyta leiðirnar, sum koyra millum Havnina og økini norðanfyri.

Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595