Spyr um sethúsafígging á bygd

Spyr um sethúsafígging á bygd
Eru tvær miðalinntøkur ikki nóg góð trygd at útvega sethúsafígging á bygd, mugu orsøkirnar greinast, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fer at seta landsstýrismanninum í vinnumálum fyrispurning um sethúsafígging á bygd
 
22.03.2021 - 16:04

Løgtingið fer í morgin at taka støðu til, um Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um setahúsafígging á bygd.

Páll á Reynatúgvu spyr, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur at broyta atgongdina hjá ungum familjum til sethúsafígging á bygd.

Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt, at tað er lættari at fáa lán til dýr hús í størru búplássunum í landinum, enn at sera búgv fyri ein rímiligan penga á bygd.

Trygdin ikki nóg góð

Páll á Reynatúgvu sigur í viðmerkingunum til spurningin, at dømi eru um, at væl gróðursettar familjur við tveimum inntøkum, fáa ikki lán at búseta seg á bygd, við teirri grundgeving, at trygdin fyri at selja ognina aftur er ov veik.

Eru tvær miðalinntøkur ikki nóg góð trygd at útvega sethúsafígging á bygd, mugu orsøkirnar greinast og loysast, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044