Veðurstøðin verður veðurstova

Veðurstøðin verður veðurstova
Søkt verður eftir tveimum veðurfrøðingum, og seinni í ár er ætlanin at seta deildarleiðara og onnur starvsfólk
Veðurstøðin í Havn verður høvuðsdeild hjá Veðurstovuni
 
26.03.2021 - 15:20

Nú verður sjøtul settur á at menna og dagføra eina nøktandi føroyska veðurtænastu, skrivar Vørn.

Løgtingið hevur hækkað játtanina til veðurtænastuna. 

Veðurmenningarbólkurin hevur nú saman við Vørn gjørt uppskot um eina verkætlan, við støði í frágreiðingini, sum varð handað táverandi landsstýrismanni fiskivinnumálum í apríl 2019.

Tveir veðurfrøðingar

Í fyrsta umfari verður lýst eftir tveimum veðurfrøðingum. Seinni í ár verður miðað eftir at seta deildarleiðara og onnur starvsfólk. Fyribils skal veðurmenningarbólkurin virka sum ráðgevi hjá Vørn.

Høvuðsdeild og vaktarstova vera fyrstu tíðina á veðurstøðini oman fyri Boðanes í Havn.

Veðurstøðin er umvæld seinnu árini, og  verður nýtt sum høvuðsdeild hjá Veðurstovuni.

Fyrireikingar verða nú gjørdar, so veðurfrøðingar kunnu byrja arbeiðið í næstum, í fyrsta umfari til venjingar og upplæring, men sum frálíður við at gera føroyskur veðurvánir umframt granskingar- og menningararbeiði, sigur Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666