Arbeiðsgevarar: Veiðigjøld skulu í Búskapargrunnin

Arbeiðsgevarar: Veiðigjøld skulu í Búskapargrunnin
Gongdin í fiskiskapinum, og ikki útreiðslurnar á fíggjarlogini, skulu avgera, hvussu nógv skal rindast í veiðigjaldi, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Katrin Jóhanna er eitt av nótaskipunum. Stuttskygdi tørvurin í fíggjarlógini skal ikki avgera, hvussu veiðigjøldini vera ásett, halda arbeiðsgevararnir
 
31.03.2021 - 08:52

Inntøkurnar frá veiðigjøldunum eiga at fara í Búskapargrunnin.

Stuttskygdi tørvurin í fíggjarlógini skal ikki avgera, hvussu gjøldini vera ásett. 

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarskrivi um veiðigjøldini.

Felagið sigur, at hóast talan er um eina generella skipan, er altíð vandi fyri, at broytingar verða gjørdar við stuttum skotbrái, um fiskaprísirnir lækka, og inntøkurnar frá veiðigjaldinum vísa seg at gerast ov lítlar til at fíggja politisku ætlanirnar í fíggjarlógini. 

Arbeiðsgevarar halda, at gongdin í fiskiskapinum, ikki útreiðslurnar í fíggjarlógini, skulu avgera, hvussu nógv skal gjaldast í veiðigjøldum.

Neyðugt við varandi skipan

Arbeiðsgevarar halda tað vera umráðandi, at ein varandi skipan verður gjørd, sum ikki verður broytt í tíð og úrtíð.

Í hesum sambandi undrar tað, at altíð skal gjaldast eitt lutfalsliga stórt veiðigjald, eisini, tá prísurin er so mikið lágur, at eingin vinningur er av fiskiskapinum.

Eisini undrar tað Arbeiðsgevarafelagið, at tøka kvotan til føroysk fiskiskip skal minka heili 50 prosent ella meira samanborin við miðal tøku kvotuna seinastu fimm árini, áðrenn broytingar verða gjørdar í prosentgjaldinum.

Føroya arbeiðsgevarafelag vísir eisini í hesum førinum á, at hoyringartíðin er alt ov stutt.

Hoyringartíðin var ein vika.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672