- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómstólur gevur ríkisstjórn harraboð um koronu

Ein dómstólur í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, hevur givið stjórnini í landinum 30 dagar at strika øll koronutiltøkini ella at seta í verk eina farsóttarlóg.
Tað upplýsti belgiska innanríkisráðið mikudagin, tá avgerðin fall, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA.
Um stjórnin ikki fylgir boðunum hjá dómstólinum, kann tað vera, at stjórnin skal gjalda 5.000 evrur, ella umleið 37.000 krónur, í dagbótum.
Ráðharrin í innanríkismálum, Annelies Verlinden, sigur, at avgerðin hjá dómstólinum verður kærd.
Tað er belgiski Felagsskapurin fyri menniskjarættindi, sum hevur lagt málið fyri rættin.
Eingin atkvøðugreiðsla
Í Belgia eru øll átøkini, sum eru sett í verk, komin frá aðalráðunum. Átøkini hava ikki verið fyri atkvøðugreiðslum.
Stjórnin segði mikudagin, at øll átøkini hava verið fyri rættarligum fyriskipanunum, sum hava givið grønt ljós, skrivar tíðindastovan, AFP.
Belgia hevur millum annað sett í verk útgonguforboð um næturnar og givið boð um at steingja nógvar handlar.
Harumframt er tað eisini bannað hjá fólki at ferðast uttanlands, um tey ikki hava heilt serlig ørindi uttan fyri Belgia.
ES-nevndin finst at
ES-nevndin hevur áður funnist at belgisku stjórnini, tá hon setti í verk eftirlit við landamarkið, sum forðar fólki at ferðast frítt til onnur ES-lond, skrivar AFP.
Felagsskapurin fyri menniskjarættindi heldur ikki, at stjórnin hevði lógarheimild at seta tiltøkini í verk.
Belgia hevur í løtuni onga farsóttarlóg. Sostatt hevði stjórnin ikki heimild at geva boð um at lata samfelagið aftur, heldur Felagsskapurin fyri menniskjarættindi, sum fekk viðhald í dómstólinum mikudagin.
Belgia er ikki einsta landið, har spurningur er settur við heimildina at seta tiltøk í verk og lata samfelagið aftur. Tað sama er eisini hent í Hollandi og Týsklandi.

























