- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ber væl til at flyta feskan fisk við skipi til USA

Íslendska skipafelagið Eimskip sigur, at góður prísur fæst fyri feskan fisk, sum er fluttur á marknaðin í USA, hóast flutningurin tekur átta-níggju dagar.
Í februar fór Eimskip at flyta feskan laks úr Føroyum og Íslandi til USA.
Seinni er annar fiskur, so sum toskur og hýsa, komin afturat. Bæði flak og óvirkaður fiskur er farin til USA og tað hevur gingið stak væl, sigur Eimskip.
Vilhelm Már Þorsteinsson, forstjóri í Eimskipi, segði í tíðindaskrivi tá í februar, at flutningur við skipi gevur minni CO2 útlát enn flutningur við flogfari. Sambært honum er munurin øgiliga stórur.
Nógv minni útlát
Eitt tons, sum verður flutt við skipi og bili, gevur 95 prosent minni útlát enn flutningur við flogfari.
Keyparar í USA krevja, at fiskurin verður fluttur á tann hátt, sum gevur minst CO2 útlát.
Nú kannar Eimskip, um til ber at sigla heilt til Miami og Los Angeles við feskum laksi, skrivar Morgunblaðið.
Eimskip heldur fram at flyta feskan fisk úr Føroyum og Íslandi til USA, hóast flogferðslan mennist aftur.

























