Gav Donaldi Trump hugskotið at keypa Grønland

Gav Donaldi Trump hugskotið at keypa Grønland
 
05.04.2021 - 13:32

Eigarin av Tanbreez, Greg Barnes, gav Donaldi Trump, hugskotið um at keypa Grønland. Tað skrivar grønlendska avísin Sermitsiag, við australska miðlinum Australian Fiancial Review, sum keldu. 

Greg Barnes, jarðfrøðingur og eigari av minufelagnum Tanbreez, var boðin við í Hvítu húsini í juli 2019 og gav har Donaldi Trump huskotið um at keypa Grønland.

Les greinina í Sermitsiaq her

 

Tanbreez

Tanbreez hevði áhugað í einum minuøki, sum verður rópt Kringlerne í Suðurgrønlandi við tí fyri eyga at fáa hendur á sjáldsom ráevni í grønlendsku undirgrundini. Tað hóskaði Donaldi Trump, sum tá var forseti og kendi seg yvirhálaðan av Kina. 

Greg Barnes sigur við Australian Fiancial Review, at um tað veruliga var hann, sum gav Trump hugskotið, so átti Donald Trump at givið honum samsýning, sigur Barnes. Hann váttar fyri blaðnum, at hann var á fundinum í Hvíta húsinum. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006