Alibátur hjá Bakkafrosti í Hovi sokkin

Alibátur hjá Bakkafrosti í Hovi sokkin
Eingin fólkaskaði var, tá ein alibátur hjá Bakkafrosti sakk í morgun
Alibáturin hjá Bakkafrosti, sum sakk úti fyri Porkerisnes
Mynd: Bakkafrost  
 
08.04.2021 - 12:29

(dagførd kl. 15.47)

Alibáturin, Krossteinur, sum er 11 metrar langur og 5 metrar breiður, hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrosti í Hovi. Óhappið hendi hálvan fjórðing út fyri Porkerisnesi, millum Hovsfjørð og Vágsfjørð.

 

Eldur kom í alibátin, sum var á veg úr Hovi suður til Vágs.

Ein annar alibátur, Stórafles, var á leiðini og fór til hjálpar. Fyrst var roynt at sleipa, men seinni varð endin sleptur og menninir tiknir av Krossteini. Krossteinur tók tá sjógv inn og hevði fingið slagsíðu. Brimil og Skarvanes fóru á leiðina, men tá var Krossteinur sokkin, skrivar Vørn.

Manningin umborð á Krossteini hevur tað gott eftir umstøðunum og hevur fingið tilboð um kreppuhjálp.

Krossteinur liggur á 60 til 70 metrar dýpi, og støða er ikki tikin til, um báturin verður tikin upp aftur, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858